Nýggju veljarakanningarnar, sum Gallup og Lóður hava gjørt, vísa báðar, at Fólkaflokkurin hevur størstu framgongdina. Sambært Gallup kanningini fær Fólkaflokkurin 22,3 prosent, og tað gevur teimum 7 tingsessir. Hetta er ein framgongd á 3,4 prosent. Kanningin hjá Lóður gevur teimum 8 tingsessir og 25% av atkvøðunum.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur, at veljarakanningin vísir, at fólkið ynskir eina broyting. Hann vísir samstundis á, at veljarakanningar skulu takast við fyrivarni.
- Mann skal altíð taka veljarakanningar við stórum fyrivarni, tí val eru sjáldan tað sama sum ein veljarakanning. Men tendensurin er greiður - fólk vil broyting, og fólkið vil Fólkaflokkin. Tað haldi eg, at eg kann lesa av hasum har, sigur Jørgen Niclasen.
Báðar veljarakanningarnar vísa, at andstøðan gongur fram, meðan samgongan gongur aftur. Av flokkunum í andstøðuni varð Fólkaflokkurin nógv tann størsti, og Jørgen Niclasen metir orsøkina til hetta vera eina kombinatión av greiðum boðskapi hjá Fólkaflokkinum og misnøgd við andstøðuna.
- Tekur tú okkum sum flokk, so haldi eg, at tað sæst aftur, at vit hava verið púra greið í okkara politikki. Eingin hevur ivast í, hvørja støðu vit hava havt, meðan hinir andstøðuflokkarnir í summum málum hava vaklað. Vit hava verið ógvuliga greið í hesum valskeiðnum viðvíkjandi fiskivinnupolitikk, fíggjarpolitikk og við pensjónsnýskipanini.
Les eisini: Tvær kanningar peika á Fólkaflokkin
Fólkafloksformaðurin finst at ætlanini hjá løgmanni um at bíða við at skriva val út, eftir nýggj fíggjarlóg verður gjørd í heyst. Hann heldur, at tað er tíð uppá val.
- Tað er vágið av løgmanni at fara í holt við eina fíggjarlóg, har hann skal keypa sær atkvøður frá hesum dýru samgongufólkunum. Útflutningurin er minkaður hálva milliard, skip verða seld av landinum, og tá hava vit ikki ráð til eina dýra fíggjarlóg. Tí burdi luftin verið reinsað, sigur Jørgen Niclasen.










