Jørgen Niclasen einmælt afturvaldur

LANDSFUNDUR: Hann er valdur til formann í Fólkaflokkinum fyri sjeyndu ferð

Jørgen Niclasen verður formaður í Fólkaflokkinum í minst eitt ár afturat.

Tað hendi á floksleiðslufundi í Fólkaflokkinum leygarmorgunin, har formansval var á skránni.

Og har varð Jørgen Niclasen afturvaldur til formann hetta næsta árið, einmælt og uttan mótvalevni

Hetta er sjeyndu ferð, hann verður valdur til formann. Fyrstu ferð var í 2007.

Á landsfundinum vóru tey væl nøgd við Jørgen Niclasen, sum formann, tí tað varð nevnt, at tá ið hann tók við sum formaður í 2007, var Fólkaflokkurin fjórstørstur á Løgtingi við sjey tinglimum og sótu á aftasta bonki í Løgtinginum.

Í dag er hann størsti flokkur á Løgtingi við heili níggju tinglimum og situr við fremsta borð í Løgtinginum.