Fiskiskapur
Tað kom púra óvart á Jørgen Niclasen, at ivi nú hevur tikið seg upp, antin tað yvirhøvur ber til at geva nýggja tvøratrolaranum, Rasmus Effersøe, fiskiloyvi.
Eftir, at Rasmus Effersøe varð keyptur úr Íslandi um ársskiftið, er komið framm, at tað er kanska ólógligt at geva ghonum fiskiloyvi undir Føroyum.
Orsøkin er, at hetta er fýrrverandi toftatrolarin Snoddið, sum í síni tíð fekk upphøggingarstuðul, tá ið hann varð seldur til Íslands.
Og nú verður sagt, at tað er ólógligt at geva skipið fiskiloyvi, sum einaferð hevur fingið upphøggingarstuðul.
Aðarastaðni í blaðnum í dag sigur reiðarin, Gudmund Mortensen, at hann hevur fingið skrivligt fiskiloyvi og veiðiloyvi til skipið.
? Tað er ikki rætt, sigur Jørgen Niclasen. Hann hevur fingið tilsøgn um loyvi og tað er ikki tað sama sum at fáa loyvi. Sostatt hevur hann ikki fingið loyvi enn, sigur hann.
Men hann sigur, at hetta er ein keðilig støða hjá øllum pørtum.
? Tá ið vit viðgjørdum málið um at flyta loyvini hjá gamla Rasmus Effersøe yvir á nýggja skipið, var ongastaðni viðmerkt í skjølunum, sum vit høvdu um skipið, at tað hevði fingið upphøggingarstuðul. Tað stendur heldur ikki á skipsblaðnum, ið er tað sama fyri skip, sum tinglýsingin er fyri aðrar ognir. Annars plagar slíkt at standa í skipsblaðnum.
Jørgen Niclasen sigur, at tí var tað ikki í hansara tonkum, at hann hevði fingið upphøggingartsuðul og tí hevur tað ongantíð verið uppi í viðgerðini.
? Men so mintust onkur, at hann hevði fingið upphøggingarstuðul og tá varð málið steðgað.
Jørgen Niclasen sigur, at hetta kom dátt við.
Hann sigur, at samsvar er ikki ímillum danska og føroyska lógartekstin á hesum øki.
? Í mínum hugaheimi hevði uppøggingarstuðulin til endamáls at minka fiskiorkuna. Í hesum føri er talan um eitt nýtt reiðarí og um, at eitt annað skip fer úr flotanum, men fiskiorkan hvørki veksur ella minkar.
?Tí er hetta ein tulkingarspurningur. Og tað er onki at gera, uttan at kanna málið til botns. Og sostatt havi eg biðið um eina lógfrøðiliga meting. Og so fara vit víðari haðani frá.
Jørgen Niclasen sigur, at enn er metingin ikki liðug, men tað verður ein av døgunum.