Jørgen Niclasen: Avgerðin var okkara

Jørgen Niclasen vísir aftur, at Fólkaflokkurin varð trýstur at koyra Jógvan við Keldu úr landsstýrissessinum av hinum samgonguflokkunum og løgmanni.

- Avgerðin var okkara, og so má tíðin vísa, um hon var hin rætta, sigur Jørgen Niclasen, ið ikki útihýsir møguleikanum hjá Jógvan við Keldu aftur at gerast landsstýrismaður

 Jógvan við Keldu saknar framvegis eina orduliga grundgeving frá sínum flokki fyri, hví hann varð koyrdur frá sum landsstýrismaður við innlendismálum fyri einum góðum hálvum ári síðani. Tað kom fram í Sosialinum í gjár.
Sambært Jógvani við Keldu var almenna grundgevingin frá formanninum í tingbólkinum, Jørgeni Niclasen, at flokkurin ynskti at loyva nýggjum fólkaflokskreftum í Norðuroyggjum framat, nú Jógvan við Keldu fleiri ferðir hevði boðað frá, at hann ikki stillaði upp aftur til næsta løgtingsval.
Men har komu ongar norðoyarkreftir til. Tvørtur ímóti. Ein suðuroyingurin fekk sessin, og Jákup Mikkelsen úr Klaksvík mátti víkja fyri Jógvani við Keldu, sum tók sæti aftur í løgtinginum.
 
Men Jørgen Niclasen minnist seg ikki hava nevnt eina tílíka grundgeving.
 - Tað er sjálvandi pástandur móti pástandi. Men sum eg minnist tosaðu vit einans um at loyva nýggjum kreftum til. Eg nevndi ongantíð nakað øki, sigur Jørgen Niclasen.
Hann leggur dent á, at avgerðin at koyra Jógvan við Keldu frá kom frá Fólkaflokkinum.
 - Avgerðin var okkara. Vit blivu ikki trýstir. Hvørki av hinum samgongulimunum ella løgmanni. Flokkurin metti tað vera skilagott og sunt fyri flokkin at gera eina rokadu mitt í valskeiðinum. Endamálið var ongantíð at fjerna mannin, sigur formaðurin fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum.
Hann sigur seg hava stóra virðing fyri Jógvani við Keldu  bæði sum landsstýrismann og løgtingsmann.
 - Eg havi ongantíð ivast í hansara dygdum. Men hann hevði eitt trupult øki at umsita. Útlendingamálið lá í ruinum, tá hann kom í landsstýrið, og tíverri fekk landsstýrismaðurin alla lortaspannuna. Tað hevði hann ikki uppiborið. Nú má tíðin bara vísa, um okkara avgerð var hin rætta, heldur Jørgen Niclasen.
 
Jørgen Niclasen
Í Sosialinum í gjár legði Jógvan við Keldu ikki fingrarnar ímillum, hvat hann helt um Jóannes Eidesgaard, løgmann.
 - Hann er ein veikur løgmaður, segði Jógvan við Keldu, ið eisini heldur, at løgmaður ræðist fjølmiðlarnar.
Jørgen Niclasen vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til hørðu atfinningarnar frá Jógvan við Keldu.
 - Tað má hann sjálvur svara fyri. Men persónliga haldi eg tað vera best, um samgongutinglimir hildu innanhýsis kritikk innanveggja. Men onkursvegna skilji eg væl Jógvan við Keldu. Hann var jú sjálvur út fyri hørðum atfinningum frá samgongulimum, tá hann sat sum landsstýrismaður.
Sambært Jógvani við Keldu sjálvum, væntar hann ikki at síggja seg í nøkrum landsstýrissessi í framtíðini. Jørgen Niclasen er kortini ikki so konsekventur.
-         Hatta var ein rokada. Har var einki rok. Tí er einki í vegin fyri, at hann aftur kann koma í landsstýrið einaferð í framtíðini, heldur Jørgen Niclasen.