- Eg havi lagt 33 mál fyri løgtingið hesa tingsetuna, og øll 33 málini eru samtykt.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í almennari fráboðan ídag.
Talan er um 10 fíggjarmál, 17 skatta- og avgjaldsmál og seks búskaparmál. Talan er bæði um lógaruppskot, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar.
- Nógvu ymsu málini, ið Løgtingið hevur tikið undir við og samtykt, eru beinleiðis tekin um betringar, ið landsstýrið setti sær fyri at fremja eftir løgtingsvalið í oktober 2011, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivi ídag.
- Mest grundleggjandi lógarbroytingarnar, ið eru framdar í vetur eru pensjónsnýskipanin, MVG frítøka av leigubústøðum og upprudding av skattingini av føroyingum, sum arbeiða uttanfyri Føroya, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Sambært landsstýrismanninum er uppskot til eftirlønarlóg ein tann mest týðandi uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum í tingsetuni 2012, sum endaði herfyri.
Fíggjarmálaráðið er farið undir at fyrireika fíggjarlógaruppskotið fyri 2014, sum skal berast í løgtingið í seinasta lagi 30. september.
Fíggjarmálaráðið hevur savnað saman tey 33 lógaruppskotini, ið landsstýrismaðurin hevur borið í løgtingið farnu tingsetu. Yvirlitið sæst HER