Jónleif Sólsker skal venja StÍF

Marius Joensen og Alexandur Johansen halda ikki fram sum venjarar hjá StÍF. Nýggjru høvuðsvenjari verður Jónleif Sólsker úr Havn.

 

Eftir trý ár við uppbyggjan av nýggjum liði heldur felagið, at tíðin er búgvin til at fáa nýggjan íblástur, sigur Stranda Ítróttarfelagið í kvøld. Samstunds takkar felagið Mariusi Joensen og Alexanduri Johansen fyri tíðina og góða arbeiði, sum er gjørt hesi seinastu árini.

 

Seinastu trý kappingarárini hava leikararnir og úrslitini ment seg og vorðin betur. Eftir síðsta kappingarár kunnu vit tí hyggja aftur á eitt 4. pláss í FM og eitt 2. pláss í steypakappingini.

 

StÍF missir nakrar leikarar, Pætur Joensen og Teitur Nilssen fara á ítróttar eftirskúla og verða sostatt ikki við fyrru hálvu. Kjartan Johansen, sum hevur verið á ítróttarskúla síðsta kappigarár, verður væntandi aftur í StÍF. komandi kappingarár.

 

Jónleif Sólsker verður høvðusvenjari hjá monnunum komandi kappingarár og við hansara lið verður Rósing Hansen. Jónleif er ikki ókendur í Stíf. Hann var spælandi venjari, tá ið StÍF í 1999 vann fyrsta Føroya meistaraheitið fyri felagið í 54 ár. Jónleif hevur nógvar royndir, bæði sum spælari og venjari.

 

– Vit gleða okkum at síggja hann aftur, og vóna vit at fáa eitt gott samstarv, sum allir partar fáa nakað gott burturúr, sigur Stranda Ítróttarfelag.

 

– Rósing heldur fram og man verða ein tann drúgvasti hjálparvenjarin í landinum. Hann hevur yvirlivað nógvar venjarar og okkara vón og ynski í StÍF er, at hann heldur fram í langa tíð aftrat. Rósing hevur ómetaliga nógvar royndir, og hansara áhugi fyri felagnum og felagskapinum kann felagið njóta gott av nógv ár fram í tíðina, sigur Stranda Ítróttarfelag í kvøld.