Politikkur
Jónfinn Olsen var umboð fyri Miðflokkin á fundinum um barnaansing, ið Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn skipaði fyri. Jónfinn stillar vætnandi upp til løgtingsvalið fyri Miðflokkin.
Á fundinum vísti hann á, at loysnin við einum barnagarði á Landssjúkrahúsinum var ein sera góð loysn, ið vildi, saman við ætlanunum hjá býráðnum í Havn, taka so at siga allan tørvin á barnaansing í kommununi.
?Miðflokkurin hevur tað hugsan, at mamman eigur at kunna vera heima hjá barninum. Tað hevur stóran týdning, at valmøguleikin er til staðar. Pápin skal varðveita tey rættindi, hann hevur, og hann eigur eisini at kunna fáa ein part av tíðini hjá mammuni, um tey ynskja tað, sigur Jónfinn Olsen.
Miðflokkurin heldur harumframt, at myndugleikararnir eiga at hava atlit fyri at tryggja børnum rættindini so sum barnalækna. Spyrja vit, um Miðflokkurin tekur undir at økja barnsburðarfarloyvi, er støðan eisini greið.
?Vit taka undir við at gera fortreytirnar hjá børnum og foreldrum betri, og her er tankin um at økja barnsburðarfarloyvi so avgjørt ein møguleiki, og flokkurin vil taka hetta upp, um eingin annar ger, sigur Jónfinn Olsen.
Sjálvur er Jónfinn Olsen og flokkur hansara av teirri fatan, at vit ikki kunnu tosa um økt barnsburðarfarloyvi og rættindi hjá børnum uttan at taka øll rættindi hjá børnunum við, og her verður serliga hugsað um fosturtøkur.
?Tað verða tiknar einar 150-200 fosturtøkur, har flestu teirra eru óneyðugar. Her skulu rættindini hjá børnum eisini tryggjast. sigur Jónfinn Olsen.
?Okkara sjónarmið kunnu eisini síggjast sum svarandi við bíbilsk sjónarmið, har álagt verður okkum at taka okkum av teimum veiku og sjúku. Tað verður í síðsta enda ein spurningur um raðfesting, sigur Jónfinn Olsen.










