TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jónas G. Djurhuus, sum skeyt fimm mál í 32-20 (15-13) sigrinum hjá H71 ímóti Neistanum í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini.
- Teir fylgdu væl við okkum í fyrra hálvleiki, men vit fingu knekka teir í seinna hálvleiki, staðfestir Jónas G. Djurhuus.
- Serliga í seinna hálvleiki fingu vit takklað teir í verjuni. Í seinna hálvleiki komu vit eisini lutfalsliga lætt til teir stóru málmøguleikarnar, greiðir Jónas G. Djurhuus frá.
Jónas G. Djurhuus er millum føroysku U21 hetjurnar, sum skulu til HM-endaspælið í Algeria í summar. Jónas leggur tó dent á, at nú fokuserar hann uppá steypakappingina og landskappingina við H71.










