Jónas viðaftur hjá Frem

Danska 1. deildarliðið Frem, sum hevur tríggjar føroyskar spælarar í hópinum, vann í gjár sín dyst ímóti Herfølge, og harvið er tað nú púra vist, at liðið flytur ikki niður. Frem spældi á útivølli ímóti Herfølge og vann 2-1. Jónas Tór Næs, sum hevur havt skaða, var við aftur hjá Frem, og hann spældi allan dystin á høgra bakki. Atli Gregersen var ikki við í hópinum, meðan Gunnar Nielsen var eykamálmaður og sat á beinkinum allar 90 minuttirnar.