Føroyski landsliðsleikarin, Jónas Tór Næs, sum hevur seinastu tíðina vant við Fremad Amager, har hann áður hevur leikt, hevur nú gjørt avtalu við felagið. Tað váttar ítróttarstjórin hjá felagnum fyri bold.dk.
Jónas spældi seinasta kappingarár við Vali í Íslandi, men av tí at kona hansara nú skal lesa í Keypmannahavn, hevur hann valt at spæla fótbólt har. Valið fall á Fremad Amager, har hann spældi kappingarárini 2006 og 2007.
Í felagnum eru tey fegin um at hava fingið Jónas aftur í hópin og ivaðist felagið ikki eina løtu, tá ið Jónas sjálvur ringdi til felagið og bjóðaði seg fram.
- Tað var ein gullfuglur, sum brádliga kom niður í hattin. Tað er heilt fantastiskt, at tað letur seg gera at fáa hann, sigur ítróttarstjórin hjá Fremad Amger, Carsten Salomonsson, við bold.dk.
Fremad Amger liggur á løtuni á einum 10. plássi í 2. division Øst, bara tvey stig frá niðurflytingarstrikuni.