rætting: Í greinini stóð at HØJ hevði tryggjað sær plássið í deildini. Hetta er ikki rætt. Liðið skal spæla um niðurflyting. Hetta er rættað í greinini.
Seinasta umfar í donsku 1. deild í hondbólti var leikt í dag. Jónas Gunnarson Djurhuus, Nicklas Selvig vunnu sínar dystir, meðan Rói Berg Hansen tapti fyri liðnum hjá Helga Hildarsyni Hoydal, ið ikki var við vegna skaða.
HØJ - HEJ Skæring 35-30 (15-15)
Jónas og HØJ vunnu altavgerandi dyst í niðurflytingarstríðnum.
Hjá HØJ snúði tað seg um at fáa tvey stig móti HEI Skæring. Hetta fyri at halda Frederikshavn á 12. plássi aftanfyri seg, eftirsum at 12.plássi merkir beinleiðis niðurflyting.
Eftir hálvleiksstøðuna 15-15, eydnaðist tað HØJ at vinna týdningarmikla dystin 35-30. Jónas fekk sjálvur tvey mál í sigrinum, ið hevur við sær at HØJ nú skal spæla play-off dystir um at sleppa frá niðurflyting.
Ringsted - Randers 34-21 (16-10
Nicklas og Ringsted staðfestu at teir eru besta liðið í deildini í ár, tá ið teir vunnu greiðan sigur á triðfremsta liðnum, Randers.
Nicklas skjeyt sjálvur tvey mál í 34-21 sigrinum. Hálvleiksstøðan var 16-10.
Sostatt hava Nicklas og Ringsted vunnið deildina.
Odder - FIF 25-17 (10-6)
Rói Berg Hansen og FIF hava havt eitt sera óheppið kappingarár, og í dag máttu teir enn einaferð leggja leiðina aftur til Frederiksberg við einum ósigri í skjáttuni.
Rói og liðfelagirnir taptu nevnliga 25-17, eftir hálvleiksstøðuna 10-6, á útivølli móti Odder, ið ikki høvdu Helga Hildarson Hoydal í hópinum vegna ein skaða.
Rói skjeyt eitt mál í dystinum.
Kappingin endaði soleiðis:
| 1 | Ringsted | ||
| 2 | Lemvig | ||
| 3 | Randers | ||
| 4 | Skive | ||
| 5 | Odder | ||
| 6 | Fredericia | ||
| 7 | Sydhavsøerne | ||
| 8 | Ajax København | ||
| 9 | Otterup | ||
| 10 | Skaering | ||
| 11 | HØJ | ||
| 12 | Frederikshavn | ||
| 13 | Stoholm | ||
| 14 | FIF |










