Jónas kapp­rennur við tíðina

Tað er óvist, um stinni høgri vongverjin Jónas Þór Næs hesa ferð verður førur fyri at umboða føðilandið

Sunnukvøldið fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngera, hvørjar spælarar hann fer at boðsenda til landsdystirnar á útivølli ímóti Írlandi 7. juni og 11. juni ímóti Svøríki. Tað er longu greitt, at í hvussu so er tveir nýggir spælarar skulu boð­sendast, og at tað verða í hvussu so er tvær stór­ar broytingar millum teir ellivu, sum verða sendir á vøllin ímóti Írlandi. Tað kemst av, at teir báðir, sum sein­astu ferðirnar hava verið fastir á sentrala miðvøllinum, eru leikbannaðir. Tað snýr seg um Hall Hansson, sum júst er farin í summarfrí í AaB og superliguni, og tað snýr seg um liðformannin og veteran­in Fróða Benjaminsen, sum higartil í ár hevur víst, at hann orduliga er komin fyri seg aftur, eftir at hann í fjør stóð eitt sindur veikari í mynd­ini, enn hann áður hev­ur gjørt.
Nú er spurningurin, um tað eisini verður neyð­ugt at skifta út á høgra vong­verj­anum, har Jónas Þór Næs tey seinnu árini hevur ver­ið rættu­liga sannførandi. Orsøk­in er tann, at Jónas týs­kvøldið í dysti fyri íslendska felag sítt Valur var so óheppin at bróta stórutá. Bæði í fyrradagin og í gjár var Jónas hjá lækna, og í gjár vóru boðini góð:
– Læknin segði, at talan er um reint brot, sum liggur væl. Hann roknar við, at tað verður grógvið saman aftur um tíggju dagar, og at tað tá verður møguleiki fyri aftur at spæla fótbólt, sigur Jónas Þór Næs úr Reykjavík.

Kemur illa við
Íslendska landskappingin er fýra umfør gomul, og tað hevur higartil gingið væl hjá Vali og Jónasi. Hann hev­ur spælt allar dystirnar á tamb. Tað var miðskeiðis í 2. hálvleiki i útidystinum í Garða­býnum ímóti Stjarnuni, at Jónas í nærdysti kendi nógva pínu í fótinum.
– Eg helt talan var um dygt slag, og at pínan fór at hvørva aftur. So eg spældi, inn­til dysturin var liðugur. Tá eg vaknaði mikumorgunin varð tað mær greitt, at alt ikki ruggaði rætt. Eftir ein túr í røntguni varð staðfest, at talan var um brot. Í fyrstu atløgu útilokaði eg møgu­leikan at vera við í lands­dyst­unum, men nú havi eg eina vón um, at tað skal bera til. Eg havi kunnað Lars Olsen um støðuna, og undir øllum umstøðum verður talan um kapprenning við tíð­ina, áðrenn landsliðið skal spæla, stað­festir skilagóði vong­verjin úr Reykjavík, og hann fjalir ikki yvir, at hetta kemur sera illa við júst nú:
– Íslendska landskapp­ing­in er stutt, so tað er harmu­ligt at sita uttanfyri, tá ið tað er so stutt millum umførini. Hjá okkum hevur tað gingið væl higartil. Vit hava vunnið tveir dystir og spælt tveir javnar. Síðst Valur vann meist­ara­skapin var í 2007. Teir siga, at tað árið høvdu teir eftir fýra umfør vunnið tveir og spælt tveir javnar. Í fimta umfari ta ferðina spældu teir ímóti Keflavík, og tá var úrslitið 2-2. Næsti dyst­urin hjá okkum verður ímóti júst Keflavík. Sjálvandi harmar tað meg, at tað ikki ber mær til at spæla við, nú Keflavík og toppliðini og favorittarnir KR og FH bíða, men vit eru 20 spælarar, sum kapp­ast um plássini, so maður kemur í mans stað, eru orðini frá einasta før­oy­ing­inum í fremstu deildini í Íslandi.

Putlispælið
Í hesum døgum leggja Lars Olsen og hjálparvenjari hans­ara Jóannes Jakobsen kabal­ina, sum skal vera liðugt løgd sunnukvøldið. Lands­liðs­venjarin kom til Før­oya í gjár­kvøldið. Í kvøld fer hann til Fugla­firðar, og sunnu­dag­in fer hann til Klaksvíkar, har hann ivaleyst fer at hava ser­liga vakið eyga við Pól Jóhannus Justinussen hjá NSÍ, og Hjalgrím Elttør, Atla Danielsen og Páll A. Klett­skarð hjá KÍ.
Soleiðis sum vit hava skilt tað, so fer Jóannes Jakobsen sunnudagin til Gøtu, har Súni Olsen hjá B36 og Atli Gregersen og Erling Jacobsen hjá Víkingi skulu vigast.
Danska superligan var liðug mánadagin, og í viku­skift­inum fara spælar­ar­nir í summarfrí. Frítíðin er stutt og longu eftir landsdystin ímóti Svøríki 11. juni tørna spæl­ararnir til aftur. Harvið verður eingin summarfrítíð hjá Silkeborg monnunum Gunnar Nielsen, Christian Lamhauge Holst og nýggja stjørnu­skotinum í før­oysk­um fótbólti, 19 ára gamli vong­verj­anum Ára Mohr Jónsson, sum verður á U-21 lands­liðnum, um Lars Olsen ikki velur at senda boð eftir honum.
Fjórði maðurin í superligu felag er René S. Joensen, sum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg í Brøndby.
HB er sannførandi topplið, og tað er ikki komið av ong­um. Millum profilarnar á lið­num higartil hava verið mið­verjin Jóhan Troest Davidsen og verjukendi miðvallarin Heini Vatnsdal. At teir eru á veg inn í putlispælið hjá Lars Olsen man vera rættuliga sann­líkt.
Hóast Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson eru leik­bannaðir ímóti Írlandi, so verða teir ivaleyst í ferða­lag­num bæði til Írlands og til Svøríkis, har teir ivaleyst aftur vera millum teir fyrstu ellivu – sannlíkt saman við Jónasi Þór Næs, um hann vinn­ur kappingina við tíð­ina!