Jónas aftur til Fremad Amager

Fótbóltur: Føroyski landsliðsleikarin, Jónas Tór Næs, skiftir úr íslendska Vali til danska Fremad Amager

25 ára gamli Jónas Tór Næs, sum hevur verið sum fastur fúsur á høgra bakki á landsliðnum í longri tíð, hevur gjørt avtalu við danska felagið Fremad Amager. Hetta er ikki fyrstu ferð hann skal spæla við teimum. Kappingarárið 2007 var hann nevniliga eisini í felagnum, sum hevur havt mangar føroyskar leikarar knýttar at hópinum.

Gamlar gøtur
Jónas Tór Næs spældi seinasta kappingarár við íslendska Valur Reykjavík. Hann var ein av trimum føroyingum, ið eisini taldu Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen, og var tað júst Jónas av teimum trimum, ið beit seg mest fastan á liðnum - nevniliga á royndu støð hansara á høgra bakki.
Jónas hevur annars skift nógv ímillum føroyskan og danskan fótbólt. Í føroyskum fótbólti hevur hann umboðað AB, NSÍ og seinast B36 í 2010, meðan hann í Danmark hevur spælt fyri BK Frem, Køge BK og so Fremad Amager, sum hann nú á øðrum sinni skiftir til.

Felagið fegnast
Fremad Amager, sum í løtuni liggur á einum 10. pláss í 2. division Øst og bara er tvey stig frá niðurflyting, fegnast almikið um, at Jónas sjálvur ringdi til felagið og bjóðaði seg fram. Kona hansara skal undir lestur í Keypmannahavn, og til stóra frøi í sjálvum felagnum var tað Fremad Amager, ið Jónas valdi.
- Tað var ein gullfuglur, sum brádliga kom niður í hattin. Tað er heilt fantastiskt, at tað letur seg gera at fáa hann, sigur ítróttarstjórin hjá Fremad Amger, Carsten Salomonsson, við bold.dk.
Felagið hevur annars skrivað undir við nógvar nýggjar leikarar og hevur av álvara brynað seg til at lyfta seg úr botnstríðnum. Fyrsta royndin at røkka hesum verður 1. apríl, tá ið Jónas og teir fáa vitjan av Birkerød.

Kappast við føroyingar
Í 2. division Øst dystast Jónas og Fremad Amager eitt nú við B1908, sum júst hevur fingið tveir føroyingar í hópin. Talan er um teir báðar gomlu NSÍ-ararnar, Øssur Dalbúð og Christian Høgna Jacobsen.
Útgangsstøðið hjá feløgunum báðum er at kalla hitt sama. Øssur Dalbúð, Christian Høgni og B1908 liggja nevniliga bara eitt stig frammanfyri Jónas Tór Næs og Fremad Amager.
Ein fyrrverandi liðfelagi hjá Jónasi er somuleiðis júst skiftur til Fremad Amager. Talan er um unga André Riel, sum – eins og Jónas – spældi við B36 kappingarárið 2010.