Jón Tyril: Ikki fíggjarlig fiasko

- G! MINI livdi upp til sítt endamál, og vit varðveittu skinnið á nøsini, hóast vit høvdu væl færri áhoyrarar enn nakar hevði roknað við. Hetta sigur Jón Tyril um G! Mini, sum var um vikuskiftið

Hóast veðrið og fleiri aðrir faktorar ávirkaðu áhoyraratalið til G! Mini somikið nógv, at teir bara fingu helvtina av teimum áskoðarum, roknað var við, kláraði G! Mini at liva upp til sítt endamál. Tað sigur Jón Tyril í dag sum rættleiðing til grein í Sosialinum í gjár, har sagt var at tiltakið var ein fíggjarlig fiasko.

>>Endamálið er at savnast við góðum tónleiki sum snúningsása og hava tað stuttligt og hugnaligt - gestir, tónleikarar og fyrireikarar saman, og so vóna vit at tað gongur so væl, at vit samstundis savna krút, kreftir, íblástur og pening til at fáa reist G! Festival aftur á føtur<<. 

Soleiðs ljóðar endamálsorðingin við G! Mini festivalinum, og hetta sigur Jón Tyril at tey megnaðu til fulnar, hóast veðrið og aðrir faktorar ikki vóru til vildar.


Eingin inntøkuveitsla

Hóast allir tónleikararnir valdu at spæla ókeypis, eisini teir útlendsku, fór talan ongantíð at vera um nakra inntøkuveitslu.

- Tað einasta hetta merkir, er at vit megna at halda útreiðslunum niðri. Vit kláraðu í ár at skipa fyri einum góðum festivali fyri umleið ein tíggjundapart av tí, sum G! festivalurin kostaði trý tey seinastu árini. Men samstundis varð eisini lagt út við at royna at fáa 2000 áhoyrarar til tiltakið, í mun til 5000 ella 6000 áhoyrarar hini árini. Tískil minkaði inntøkukarmurin eisini munandi. Hartil hoyrir eisini, at vit bert sluppu av við umleið helvtina av teimum bilettum, vit upprunaliga settu okkum fyri at selja, staðfestir Jón Tyril.

Útreiðslurnar til festivalin í ár vóru umleið hálva millión, og tað er á leið tað sama, sum inntøkurnar blivu til, tá alt kom til stykkis.

- Um so var, at veðrið og aðrir faktorar hövdu verið við, so høvdu vit helst savnað millum hálva og eina millión í ein grunn ella partafelag til næsta ár, alt eftir hvør loysn hevði verið vald. Hetta var nakað, sum hevði gingið, um so var, at alt gekk heilt væl, til dømis um veðrið var við okkum, greiður Jón Tyril frá.


Mangir løkir smáir

Hóast útreiðslurnar til G! Mini vóru lítlar, vóru tær bert lítlar í mun til undanfarin ár. Men har vóru nógvar útreiðslur hóast alt. Tónleikurin var ókeypis, men tað var útgerð og fyrireiking ikki. Umleið ein hálv millión varð brúkt til at gjalda fyri at kunna skapa nøktandi karmar um tiltakið. Hesin peningurin varð nýttur til ljóð, ljós, pall og frakt av palli, uppseting og smíðan, vaktarfólk, mat og drekka til tónleikararnar og ymiskt annað. Harumframt arbeiddu millum 5 og 10 fólk í vikur frammanundan við at fyrireika festivalin, og tey hava sjálvandi fingið løn fyri arbeiðið.

- Her eru ongar ógvusligar útreiðslur, men tilsamans geva allar hesar smærri útreiðslurnar eina samlaða útreiðslu á umleið hálva millión, og tað var áleið tað sama sum vit fingu inn. Tískil mól tiltakið akkurát runt, og tað haldi eg prógvar nakað positivt um, at tað ber til at skipa fyri festivali, staðfestir Jón Tyril, fyrireikari av G! og G! Mini at enda.