Jón syfti týskara

Tað vakti ans, tá ið føroyski unglingameistarin í gjárkvøldið vann á t+yskum telvara við væl hægri styrkistali

Páskaaftan tryggjaði Jón í Horni Nielsen sær FM heitið í talvi fyri unglingar. Í morgin fyllir hann tólv ár, og hann er yngsti FM vinnarin nakrantíð.

Í hesum døgum er Jón saman við ellivu øðrum føroyskum telvarum í Íslandi, har hann luttekur í Reykjavík Open 2017. Í gjárkvøldið vakti tað ans, tá ið tað eydnaðist Jón í triðja umfari at vinna á týskum telvara, sum hevur væl hægri styrkistal enn unglingameistarin hevur.

Styrkistalið hjá Jón í Horni Nielsen er 1454, og styrkistalið hjá Dr. Axel Fehr er 2102. Jón er roknaður at vera nummar 242 í hesi kappingini, og Dr. Axel Fehr er roknaður at vera nummar 127.

 

 

Talvsamband Føroya skrivar soleiðis um fína avrikið hjá sandavágsdreinginum:

Talvið var opið og spennandi, og báðir telvarar fóru í álop. Jón telvaði miðspælið væl og endaði við eini finnu meira. Jón vísti, at hann ikki er unglingaføroyameistari fyri onki, og hann telvaði rókaendatalvið sera neyvt, og fekk hálað tað heila stigið heim, har ein annars við óneyvleikum lættliga kann spæla av við avgerandi fyrimunin. Flott Jón, og til lukku við sigrinum!

 

Úrslitið hjá Jón vakti sjálvsagt ans ikki bara í føroysku leguni. Føroyingarnir kundu fegnast um fleiri góð úrslit í gjár, tá ið tvey umfør vóru á skránni. Sum nevnt í gjár, so vann Helgi Dam Ziska í øðrum umfari. Í seinna umfarinum í gjár helt hann frí og vann harvið eitt hálvt stig.

Umframt Helga vunnu Heiðrikur T. Jacobsen og Margar M. Berg í fyrra umfarinum. Í seinna umfarinum vunnu - umfram Jón í Horni Nielsen - Janus Skaale, Allan Nielsen og Elmar Reinert Fjallheim. Talvið millum Leif Reinert Fjallheim og Flóvin M. Tummasarson endaði remis.