Jón Rói og Súni á graslíki

Í dag vóru føroysku landsliðsspælararnir Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen í ferðalagnum, tá ið AaB fór á flog. Málið var finski høvuðsstaðurin Helsingfors, har AaB hósdagin skal spæla í UEFA Cup. Mótstøðuliðið er HJK Helsinki, sum verður roknað at vera størsta fótbóltsfelagið í Finlandi.

Merkisvert er tað, at finska liðið spælir sínar heimadystir ? eisini í altjóða kappingum ? á graslíki.

Hetta var orsøkin til, at AaB týsdagin vandi á graslíkisvølli í Aalborg.

Tá ið AaB í vikuskiftinum vann fyrsta landskappingardystin í nýggja kappingarárinum ? á heimavølli ímóti AGF ? sótu báðir teir føroysku landsliðsspælararnir á beinkinum alla tíðina.

Svenski AaB venjarin, Erik Hamrén, sigur seg hava gott mót. Hann heldur, at mótstøðuliðið hesa ferð er á umleið sama støði, sum tað var, tá ið AaB í Intertoto Cup fyri stuttum samantalt vann á finska FC Honka Espoo.

Fyrsta bríkslið í Helsingfors verður í morgin klokkan 17 føroyska tíð.