Jón Rói leikti allan dystin

Brøndby hevur vunnið allar tríggjar venjingardystirnar higartil

Danska meistaraliðið, Brøndby, er í hesum døgum á venjingarlegu í Turkalandi. Mánadagin leikti Brøndby fyrsta venjingardystin á ferðini. Dysturin var ímóti Red Dragons úr Suður Korea, og dysturin endaði við 1-0 sigri til Brøndby.

Føroyski landsliðsleikarin leikti allan dystin í miðverjuni undir liðini á liðskiparanum Per Nielsen. Hetta var triðji venjingardysturin hjá Brøndby, og higartil eru allir dystirnir vunnir. Í føroyskum eygum má tað kann kennast væl, at Jón Rói hevur verið við allar dystirnar higartil.

Hann tykist koma nærri og nærri einum føstum plássi í Brøndby-verjuni, og spennandi verður at síggja um hann verður í millum teir fyrstu ellivu, tá danska superligan aftur fer av bakkastokki um miðjan mars.