Jón Rói komin í gongd

Føroyski landsliðsleikarin í fótbólti Jón Rói Jacobsen er komin í gongd í nýggja felagi sínum Frem, sum í næstum fer undir at stríðast fyri uppflyting til superliguna

Ævintýrið hjá Jón Róa Jacobsen í danska stórfelagnum Brøndby gjørdist ongantíð tað, ið hann hevði vónað. Tað gekk striltið hjá unga havnarmanninum at vinna sær pláss á liðnum, og tí fekk Jón Rói fyri tað mesta roynt seg á eykaliðnum hjá siðvanda Keypmannahavnarfelagnum.

Drúgvur skaði
Tá ið so Jón Rói Jacobsen bleiv raktur av álvarsligum krossbandsskaða í knænum, var lítið at ivast í, at dagarnir hjá Jòn Róa í Brøndby mundu verða taldir. Hóast Jón Rói ikki hevði fingið høvi til at gera so nógv vart við seg í donskum fótbólti, so vóru tað tó fleiri , ið høvdu lagt merki til unga havnarmannin. Ein teirra var venjarin hjá Frem, Ebbe Skovdahl, ið er mammubeiggi venjaran hjá Brøndby, Michael Laudrup, og Skovdahl var áhugaður í at fáa Jón Róa á sítt lið.
Herfyri var Ebbe Skovdahl í Føroyum á vitjan, og stutt eftir hetta bleiv avtala gjørd millum HB, sum Jón Rói var sáttmálabundin við, og Frem um unga verjuleikaran. Jón Rói skrivaði síðani undir sáttmála við niðurflytararnar úr superliguni, og venjingin hjá teimum er eisini farin í gongd.

Stóð seg væl í venjingardysti
Í farnu viku leikti Frem venjingardyst ímóti superligafelagnum FC Nordsjælland, og tá taldist Jón Rói Jacobsen millum teir fyrstu ellivu hjá Frem. Jón Rói leikti í miðverjuni, og sambært heimasíðuni hjá Frem, www.bkfrem.dk, stóð føroyski landsliðsleikarin seg væl, hóast hann noyddist at verða skiftur út aftaná ein góðan tíma.
Nú Jón Rói Jacobsen tykist verða komin fyri seg aftur, hevur landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, aftur fleiri møguleikar at blanda kortini, tá ið hann skal manna verjuna á føroyska landsliðnum, og tað er bara at fegnast um, nú føroyska landsliðið skal út í truplar HM-undandystir ímóti so mætum tjóðum sum Fraklandi, Sveis og Írlandi.