Fótbóltur
Tað gekk sum rótasúpan allan fríggjadagin í farnu viku, at Jón Rói Jacobsen var á veg til Brøndby. Tíðindini vórðu eisini partvíst váttað av leiðsluni í HB, sum segði, at at samband hevði verið millum partarnar, men at enn var einki endaligt avklárað.
Í bíðistøðu
Og sambært stjóranum í P/F Havnar Fótbóltur, so er støðan framvegis hin sama.
- Síðani fríggjadagin er einki broytt. Vit hava sum sagt tosað við Brøndby nakrar ferðir, og í løtuni liggur bólturin so hjá teimum, segði Steinfinnur Mittelstein, formaður í HB, tá vit fingu orðið á hann fyrrapartin mánadagin.
Spurdur, nær hann roknar við at hoyra nakað nærri um leikaraskiftið, sigur Steinfinn, at tað dugir hann ikki at siga.
- Tað kann eins væl verða í dag sum í morgin, men hinvegin kann eisini ganga longri tíð enn so. Tað er ikki altíð so lætt at fáa avgreitt tingini, tá slíkir handlar skulu gerast, og fyri okkara viðkomandi ræður einamest um at vera tolin, og annars hava ís í búkinum, tá endaliga støðan skal takast.
Sostatt er í fyrstu atløgu líkt til, at bæði HB og Jón Rói Jacobsen mugu brynja seg við toli, og so er spurningurin bara, hvussu leingi hetta skal vara. Enn tykjast onnur feløg ikki at vera beinleiðis í myndini, men tað er ikki óhugsandi, at um einki hendir innan alt ov langa tíð, so kunnu aðrir møguleikar koma upp á tal.
Helst leigumál
Tað hevur eisini verið gitt dúgliga, hvørt talan skal vera um, at HB selur Jón Róa til Brøndby, ella um talan í fyrstu atløgu skal vera um leigumál, men heldur ikki hesum spurninginum dugir Steinfinn at svara.
- Eg kann sum so als ikki úttala meg vegna HB í hesum føri. Men sjálvur kundi eg ímyndað mær, at talan í fyrstu atløgu verður um leigumál. Talan verðru jú um leigumál hjá Peter Madsen, nú hann fer avstað, og tí vildi tað mest logiska helst verið, um talan eisini verðr um leigumál við Jón Róa.
Stjórin sigur tað ikki, men tað er lítið at ivast í, at hóast talan í fyrstu atløgu »bert« verður um leigumál, so skulu allir smálutir við eini møguligari sølu helst fáast upp á pláss áðrenn hetta verður veruleiki.
Vanligt er í øllum førum, at felagið, sum lænir leikara, samstundis tryggjar sær eina optión ella forkeypsrætt til ein frammanundan avtalaðan prís. Hetta er jú eisini neyðugt, um feløgini skulu leggja framtíðarætlanirnar við hópinum longur enn hálvt ár fram í tíðina, og tað er eingin loyna, tað er júst tað, sum flestu feløgini royna.