Jón Rói Jacobsen er framvegis millum teir bestu spælararnar í Brøndby. Í tveimum teimum fyrstu umførunum í superliguni er hann ikki sloppin á vøllin, men sjálvur metir hann tíðina sum lærligatíð. Sum vit áður hava sagt, so er kappingin stór, og tað hava verið tríggir miðverjar frammanfyri hann í kappingini um tvey pláss. Umframt liðformannin Per Nielsen og svenska Andreas Jakobsson er tað Dan Anton Johansen, sum í fjør var fastur í miðverjuni. Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur Dan Anton verið høgri vongverji, tí Allan Olsen, sum plagar at vera vongverji, hevur verið skaddur.
Dan Anton Johansen hevur spælt sera sannførandi, og tað verður ivaleyst torført hjá skadda manninum at vippa hann úr plássinum aftur. Um annar av miðverjunum verður skaddur ella leikbannaður, so verður Dan Anton Johansen ivaleyst fluttur inn hagar, so tað ræður um at hava tol hjá Jón Róa Jacobsen.
Nú hevur Michael Laudrup fingið ein miðverja afturat, sum venur saman við teimum bestu. Tað er 20 ára gamli Thomas Hansen, sum er uppvaksin í Brøndby og sum hevur spælt 14 unglingalandsdystir. Í síðstu viku fekk hann boðini um, at hann skal venja við besta liðnum. Í donskum fjølmiðlum hevur hann sagt, at málið hjá honum er at vinna sær fast pláss á liðnum, samstundis sum hann ásannar, at tað verður torført við tí manning og gongd, sum Brøndby í løtuni hevur.