Um hálvan sætta tíma skal føroyska Á-landsliðið í fótbólti spæla móti Litava.
Stóri spurningurin seinastu vikuna hevur verið, um Jón Rói Jacobsen bleiv tøkur til dystin, men tað málið tykist nú greitt.
Klæmint Isaksen og Øssur Steinhólm eru fysioterapeutar á landsliðsferðini, og teir hava alla tíðina havt eitt vakið eyga við Jón Róa.
Hetta tykist hava gjørt mun, og lítil ivi er um, at Jógvan Martin Olsen setur Jón Róa á taktik-talvuna, tá liðið um eina løtu verður sett.
Tá er væl hugsandi, at hetta verður føroyska manningin: Jákup Mikkelsen - Atli Danielsen, Jón Rói Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen - Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Súni Olsen, Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen - Christian Lamhauge Holst.
Á beinkinum verða so: René Tórgarð, Herbert í Lon Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Hans Pauli Samuelsen, Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum og Pauli G. Hansen.