Jón Rói brúkti aftur høvdið

Horsens og SønderjyskE tykjast hava beina kós ímóti bestu deildini, meðan tað gongur striltið hjá Fremad Amager, sum ikki hevði Andrew av Fløtum millum teir fyrstu ellivu

DANMARK 1./2. DEILD

Jón Rói Jacobsen er væl umtóktur í Frem, har hann eigur rimmar fast pláss í miðverjuni. Umframt at hann verður mettur sum sera hollur verjuspælari, so hava teir í Valby eisini fingið eyguni upp fyri, at føroyski spælarin hevur góðar álopsdygdir.
Hesa ferð var Frem í Næstved, sum ikki hoyrir heima millum tey stinnu í deildini. Hjá Frem hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt í vár, men hesa ferð var eingin slingur í valsinum. Frem vann 3-0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 2-0. Jón Rói Jaocbsen skoraði til 3-0, tá ið seinna umfarið var fimm minuttir gamalt. Hann var hægstur og setti krúllin undir hornasparks innlegg.
Í Sundby gekk ikki væl hjá Fremad Amager og Andrew av Fløtum. SønderjyskE, sum er á øðrum uppflytara plássinum, vitjaði, og teir fóru aftur til Haderslev við øllum stigunum. Úrslitið var 1-3, og hetta var triðja tapið hjá Fremad Amager í ár. Andrew av Fløtum var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann slapp ikki framat, fyrrenn tað restaðu trettan minuttir, og støðan var 3-1 til gestirnar.
Hjá Horsens gongur tað sum eftir ánni í landskappingini. Stóri lúsingurin í steypakappingini, har Horsens mikukvøldið í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini á heimavølli tapti 4-0 ímóti FCM, tóktist ikki vera við í ferðalagnum, tá ið Horsens sunnudagin var í Gladsaxe og vitjaði AB. Horsens skoraði einasta málið í 1. hálvleiki, og harvið varðveittu Johan B. Hansen og liðfelagarnir fremsta plássið.
Gamli NSÍ spælarin, Ulrik Balling, skoraði til 2-0, tá ið Vejle hevði vitjan av Fredericia. Tað var longu í fimta minutti. Vejle vann 4-3.

Einki serligt
Í 2. deild hilnaðist tað einki serligt hjá teimum báðu føroysku feløgunum. Holsterbro, sum hevur John Petersen á liðnum, spældi á heimavølli ímóti Hjørring. Úrslitið var 3-3, men John Petersen taldist ikki millum málskjúttarnar hjá Holsterbro. Sambært heimasíðuni hjá felagnum legði John upp til eitt mál, og hann hevði ein so góðan møguleika, at heimasíðan heldur, at hann átti havt skorað.
Holsterbro var frammanfyri 3-1, áðrenn gestirnir svaraðu tvær ferðir aftur. Holsterbro misti ein mann, so misti Hjørring ein mann, og í næstsíðsta minuttinum var enn ein Holsterbro spælari rikin av vøllinum.
Lyngby, sum næstsíðsta sunnudag vann stórsigur, var hesa ferð í Holbæk. Heimaliðið vann 1-0, og harvið mistu Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir eitt sindur í toppstríðnum.