Týsdagin spældi danska superligafelagið AaB sín fyrsta venjingardyst á ferðini í Turkalandi, har felagið fyrireikar seg til seinnu hálvu av superliguni.
Bæði Jón Rói Jacobsen og Suni Olsen eru við á venjingarleguni, men meðan Suni júst er við at koma fyri seg aftur eftir drúgvan skaða, er Jón Rói millum teir útvaldu til liðið.
Venjarin Erik Hamrén hevði sett Jón Róa Jacobsen á liðið frá byrjan í dystinum ímóti ukrainska liðnum FC Illichivets Mariuspil, og Jón Rói spældi í ein slakan tíma av dystinum, sum endaði við 1-0 tapi.
Venjarin brúkti dystin til at royna ymsar spælarar og uppstillingar, og eftir ein tíma skifti hann tríggjar av spælarunum út teirra millum Jón Róa, sum er nýggjur í felagnum.
Ljósið sløknaði
Einasta málið í dystinum kom tríggjar minuttir eftir hálvleikssteðgin, og tá í 10 minuttir restaðu at spæla, vildi ljósið á vøllinum ikki meira. Tað sløknaði, og neyðugt var at gevast at spæla.
Heimasíðan hjá AaB skrivar, at ukrainska liðið spældi ágangandi og royndi trýsta AaB, sum tó tóktist verða væl skipað í verjupartinum.
AaB spælir aftur í Turkalandi leygardagin, tá ið mótstøðuliðið verður Daegu FC úr Suðurkorea.