Jón Pauli væl nøgdur

Lutakastið í Wales seinnapartin fall í góða jørð hjá venjaranum hjá Kvinnulandsliðnum, Jòn Paula Olsen.

 

Jú, eg eri væl nøgdur. Hetta var eitt sovorðið millumting, haldi eg. Svøríki er sjálvandi sterkt, og tað sama kann helst eisini sigast um Skotland. Men móti Bosnia skuldi verið ein møguleiki, og kanska eisini móti Polen, sigur Jón Pauli Olsen.

 

Hann er eisini væl nøgdur við, at tað slepst undan at ferðast so langt.

 

Við hesum sleppa vit undan longum og drúgvum ferðum, og tað hevur nógv at siga. Vit kundu havt drigið bæði Rusland, Hvítarusland og Ukraina, og teimum sluppu vit undan. Nú verður tað longsta at ferðast til Bosnia & Herzogovina og Polen, sigur Jón Pauli Olsen.

 

Hann ivast heldur ikki í, at tað fer at eydnast føroysku kvinnunum at fáa okkurt stigið.

 

Tað fara vit eftir hvørja ferð, og eg eri vísur í, at tað fer at eydnast. Vit skulu fyrst og fremst dúva upp á heimavøllin, tí tað er klárt, at tað fer at vera truplari á útivølli, sigur Jón Pauli Olsen.