Fótbóltslagið er framvegis framúr í Suðuroy. Felagsliðið er næstfremst við 9 stigum, og í tveimum heimadystum hevur liðið fingið fult. Í dag við einum 2-0 sigri á Skála.
- Okur ikki bara vunnið. Okur spældu eisini væl, slær Jón Krosslá Poulsen fast. Jón Krosslá Poulsen slapp sjálvur at skora sigursmálið, tá hann skoraði til 2-0 við einum brotssparki.
Jón Krosslá Poulsen heldur, at Suðringar fingu tað at rigga, sum ikki riggaði í dystinum ímóti EB/Streymi við Margáir farna umfarið. Tá gúppaðu suðringar alt ov illa, men í dag fegnast Jón um, at teir vunnu við stíli. Í fjórðingsfinaluni ímóti NSÍ við Løkin í Runavík spældu Suðringar væl, og Jón er fegin um, at liðið endurtók tann leistin í dag.
Nú bíðar ein uppgáva ímóti B36 á heimavølli um seks dagar, og Jón Krosslá Poulsen er avgjørdur. Skansin skal haldast við Stórá í Trongisvági, og B36 skal fáa tað líka torført, sum øll onnur útilið hava tað við Stórá.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jón Krosslá Poulsen á Rás2.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá dystinum.