Rógving
Eini 200 rógvarar vóru við til HM-kappingina í Boston um vikuskiftið. Fremsti føroyski rógvarin, Jón Rosenblad úr Lamba, hevði sett sær sum mál, at hann skuldi náa fram millum 10 teir bestu rógvararnar í kappingini, men tað skuldi ein heilt serligur innsatsur til, um hetta skuldi eydnast.
Jón skuldi sláa sítt egna met væl og virðiliga fyri at gera ein av teimum 10 í toppinum, og tað gekk ikki.
Heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag skrivar, at Jón Rosenblad gjørdist nummar 19 í kappingini í Boston, og hóast tað var nakað væl burtur frá nummar 10, so var úrslitið gott, tá ið hugsað verður um, at eini 200 rógvarar vóru við í kappingini, sum hann tók lut í.
Fremsti norðurlendingurin
Kappingin í Boston var ein stór kapping, tí heili 1500 úr øllum heiminum vóru við teimum ymsu bólkunum. Hetta var áttanda ferðin, at kappingin varð hildin.
Jón Rosenblad, sum hevur fingið góð úrslit í kappingum í Danmark seinastu árini, er tann fyrsti føroyingurin, sum tekur lut í HM-kapping í innandurarógving, skrivar www.drekin.fo
Vinnarin av kappingini í Boston gjørdist Graham Benton, sum er úr Stórabretlandi. Ein amerikumaður var nummar 2 og italiumaður nummar 3.
Jón Rosenblad var fremsti norðurlendingurin í sínum bólki.










