07 Vestur hevur bert eitt stig aftaná fýra umfør, og í dag gjørdist talan um eitt 1-3 tap ímóti NSÍ á útivølli.
Tað sá annars gott út hjá 07 Vestur í fyrra hálvleiki, tá støðan var javnleikur 0-0.
Tað ergrar vágbingin í álopinum hjá 07 Vestur, Jón Krosslá Poulsen, at 07 Vestur misti góða takið teir høvdu á NSÍ, og innan seks minuttir vóru teir aftanfyri 0-2. 07 Vestur svaraði aftur, men so økti NSÍ aftur til 3-1, og so var mótbrekkan aftur brøtt hjá 07 Vestur.
Jón Krosslá Poulsen heldur, at 07 Vestur stendur seg væl stórar partar av dystunum, men so hendi nøkur dýr útføll, ið gerast liðnum dýr, sum í heimadystinum ímóti EB/Streymi í farna umfari.
Jón Krosslá Poulsen vónar at fáa stillað kanónina skjótt, og koma veruliga í gongd við málskjótingina.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Jón Krosslá Poulsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze hoyrist HER