Jón Krosslá Poulsen aftur til FC Suðuroy

Framherjin við dundurskotinum hevði eitt miseydnað kappingarár saman við restina av HB liðnum í fjør, sum mundi flutt niður. Í 25 dystum bleiv tað til seks mál sambært faroesoccer.com. 23-ára gamli Jón Krosslá Poulsen hevur nú valt at royna seg aftur í barndómsfelagnum komandi kappingarár.

FC Suðuroy flutti upp í stórum stíli og tað kemur óiva væl við, at toppskjúttin frá 2009 nú er komin heimaftur. FC Suðuroy hevur nú tríggjar framherjar, ið duga at skjóta mál. John T. Poulsen gjørdist í fjør toppskjútti í 1.deild við 27 málum, meðan David Asare skjeyt næst flest við 20.

Nú er spurningurin um hesir tríggir kunnu skjóta so nógv mál, at steðgurin hjá FC Suðuroy verður longri enn bara tað eina árið í bestu deildini.

Jón Krosslá Poulsen hevur samanlagt spælt 93 dystir í bestu deildini og skotið 13 mál fyri FC Suðuroy og HB. Hartil kann nevnast, at hann hevur fingið ikki færri enn 19 gul kort. Sáttmálin er sambært heimasíðuni hjá FC Suðuroy galdandi fyri komandi kappingarár.

trondur@sosialurin.fo