Jón Krosslá funnið nýtt felag

Jón Krosslá Poulsen hevur nú skift til nýtt felag

Jón Krosslá Poulsen skal restina av hesum kappingarárinum spæla við Suðringum. Hann spældi við Suðringum í fjør, men skifti í ár til 07 Vestur. Fyri kortum valdi hann at gevast í felagnum og hevur nú flutt spæliloyvið aftur til Suðringar. Tað ljóðaði, at argjamenn eisini ætlaðu sær áleyparan.

 

Les eisini: Taki eina avgerð innan eina viku

 

- Eg valdi suðringar, tí at eg spældi har i fjør. Eg kenni allar spælararnar og fólkið runt um felagið. Teir hava eisini víst sera stóran áhuga, at fáa meg suður aftur. Teir mangla fólk og hvør vil ikki hjálpa sínum barndómsfelagi. So hopi eg, at eg kann hjálpa felagnum og fáa ”kickstartað” hetta kappingarárið, sigur Jón Krosslá Poulsen.

 

Suðringar hava eisini fingið tilgongd av íslendska Pape Mamadou Faye, sum hevur røtur úr Senegal. Suðringar spæla leygardagin seinasta dystin fyri summarsteðgin móti HB. Talan er eisini um jóansøkudyst, sum verður beinleiðis á Rás2.

 

15. umfar:

Fríggjadagin 21. juni:

AB – B36 (18.00) Beinleiðis á Rás2

Skála – NSÍ (18.00)

07 Vestur – Víkingur (18.00)

EB/Streymur – KÍ (19.00) Beinleiðis á Rás2

 

Leygardagin 22. juni:

Suðringar – HB (18.30) Beinleiðis á Rás2