Jón Johannesen var málskjúttin

Fótbóltur: Men bæði Glostrup og Svendborg eru framvegis hótt av niðurflyting

2. páskadag vóru teir báðir føroysku umboðsmenninir í næstbestu deildini í Danmark í eldinum. Jan Allan Müller og Svendborg vunnu 1-0 á heimavølli ímóti Hvidovre, og Jón Johannesen og Glostrup IF32 fingu 1-1 á útivølli í Haderslev. Ein, sum eitur Kasper Hansen, skoraði málið hjá Svendborg, tá 43 minuttir vóru farnir. Málið hjá Glostrup IF32 skoraði tvørámaðurin Jón Johannesen. Tveir minuttir undan steðginum legði hann sítt lið á odda. Haderslev javnaði, tá ið 19 minuttir vóru eftir.

Skírisdag gekk minni væl hjá Glostrup IF32, tí tá taptu teir 5-1 á heimavølli ímóti Ikast. Jan Allan og teir spældu eisini í Keypmannahavn skírisdag, og teir kundu ikki vera heilt ónøgdir við málleysan javnleik í Sundby Idrætspark móti Fremad Amager, sum telist millum fimm tey fremstu liðini í deildini.

Felags fyri Glostrup IF32 og Svendborg er, at bæði liðini eru hótt av niðurflyting. Men nú sær hugaligari út hjá Svendborg, enn tað hevur gjørt leingi. Tey fýra stigini á páskum gera, at teir fyri fyrstu ferð í langa tíð eru komnir upp um strikuna. Teir hava 20 stig og eru fimt aftastir. Fýra lið flyta niður, og Glostrup IF32 er fjórði aftast við 19 stigum.