Jón Brian Hvidtfeldt er nú settur sum tíðindaleiðari í Miðlahúsinum.
Tað er ikki endaliga greitt, akkurát næsr hann byrjar í nýggja starvi sínum, men tað verður einaferð beint eftir nýggjár, ella nakað út í Januar mánað.
Í Miðlahúsinum skal Jón Brian Hvidtfeldt verða tíðindaleiðari á Sosialinum, Rás2 og á Portalinum, umframt at hann fer at skriva tíðindi til Sosialin og Portalin og at hava tíðindasendingar á Rás2.
Jón Brian Hvidtfeldt varð útbúgvin journalistur í 2004 og fór tá ið starv í Kringvarpinum.
Men hann er heldur ikki heilt ókendur í Miðlahúsinum, tí hann var journalistur har í eitt ár frá á heysti 2007 til á heysti 2008, tá ið hann varð settur í starv sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Seinastu tíðina hevur hann verið journalistur í Kringvarpinum, áðrenn hann nú tekur við sum tíðindaleiðari í Miðlahúsinum.
Hann sigur í eini stuttari viðmerking, at hann er spentur upp á nýggju uppgávuna, sum verður at fáa sum mest burtur úr teimum trimum tíðindamiðlunum, sum eru í Miðlahúsinum, Rás2, Portalinum og Sosialinum og at fáa teir tríggjar miðlarnar at samvirka sum best.