Jón Brian Hvidtfeldt endaliga uppsagdur

Jón Brian Hvidtfeldt er nú fyrrverandi tíðandaleiðari í Kringvarpi Føroya. Hann hevur nú fingið endaligu uppsøgnina frá Anniku Mittún Jacobsen, kringvarspsstjóra.

- Eg havi í dag fingið at vita, at kringvarpsstjórin endaliga hevur staðfest ætlanarskrivið um mína uppsøgn, og eg eri eisini biðin um at lata lyklarnar til Kringvarpið frá mær.

Hetta sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum millum jólanna fekk handað ætlanarskriv um uppsøgn sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

Hóast hann endaliga er uppsagdur sum tíðindaleiðari, so stendur honum framvegis í boði at gerast vanligur tíðindamaður í Kringvarpinum. Hetta tilboðið stendur við til 30. apríl, hevur hann fingið at vita.

- Eg havi ikki tikið støðu til hetta. Og eg havi heldur ikki tikið støðu til, hvat eg víðari fari at gera, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum er týðuliga keddur av støðuni, hann er komin í.

Hann bað um fund við kringvarpsleiðsluna saman við advokati sínum fyri at royna at finna ein útveg. Hesin fundur var fríggjadagin, men har kom einki burturúr, sum kundi hjálpa hansara støðu.

- Tí bóðu vit Anniku Mittún Jacobsen koma við eini avgerð, so vit kundu kæra hana beinavnvegin, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

Jón Brian Hvidtfeldt hevur ikki verið til arbeiðs í Kringvarpinum seinastu tíðina. Fyrstu dagarnar var hann eitt sindur til arbeiðis, men tá hann fekk boð um, at hann skuldi ganga vanliga tíðindavakt, um hann skuldi vera til arbeiðis, fór hann til hús.

Starvsfólkini á tíðindadeildini í Kringvarpinum vórðu kallað til fundar klokkan 13:15 seinnapartin, har kringvarpsstjórin kunnaði um uppsøgnina. Jón Brian Hvidtfeldt slapp ikki við á fundin.

Jón Brian Hvidtfeldt hevur fýra vikur til at taka støðu til, um hann skal kæra uppsøgnina - og honum stendur í boði fram til 30. apríl at gerast vanligur tíðindamaður í Kringvarpi Føroya.