Jólatræið, ið hvarv

Vágbingar hava gingið og verið heldur firtnir, tí jólatræið í bygdini er eitt lítið og ikki serliga vakurt træ. Vágbingar fáa frá vinabýnum Nakskov hvørt ár eitt 8 metur langt og flott træ, men at hetta hevur lyndi til at hvørva, áðrenn tað kemur til Vágs

Hóast keðilig, so er ein farri av skemti í søguni um jólatræið, ið hvarv.

Vágbingar hava gingið og verið heldur firtnir, tí jólatræ teirra er so lítið og ikki vakurt heldur. Vágur er vinabýur við Nakskov. Frá vinabýnum fáa vágbingar hvørt ár eitt stórt og vakurt træ, men tað hendir meira enn so, at træið kemur ikki fram.

Soleiðis er eisini í ár. Ístaðin fyri eitt 8 metur høgt træ, er eitt brotið og 4 metur høgt træ sett upp í Vági.

Vágsbingar hevur vent sær til Skipafelagið, men har er eingin hjálp at heinta. Har vita tey einki um hetta.

Blaðið vendi sær til avgreiðsluna á Tvøroyri, men har vóru ikki stórvegis viðmerkingar, annað enn, at vágbingar høvdu fingið jólatræ og at annars einki var viðmerkt um stødd.Í Vági siga tey annars, at tað tey vita frá farmadeildini niðri, so var bert eitt træ við henda sama túr, so bland skuldi ikki komið í.


Skemt

Víðgongdastu og kanska eisini mest skemtiligu tungurnar vilja vera við, at jólatræið á Tvøroyri er sera vakurt í ár. Men óivað býr skemt og undir hesum.

Hvussu er og ikki, so gleða vágbingar seg nú til Norrøna kemur aftur av Danmarkarferðini, tí tá er eitt nýtt træ úr Nakskov við, ið sigst verða stórt og vakurt.