Nærum 5000 fólk vitjaðu nýggju svimjihøllina í Klaksvík, og serliga millum jól og nýggjár svumu fólk nógv Dagarnar millum jól og nýggjár vitjaðu eini 250 fólk í svimjihøllini dagliga, og tað er, sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, væl meiri enn vanligt. Sum heild var jólamánaðurin góður hjá svimjihøllini, tí tilsamans 5000 fólk vitjaðu har tá.
Klaksvíkar kommuna upplýsir á heimasíðuni, at tey í næstum fara skipa fyri ymsum tiltøkum í svimjihøllini. Millum annað verður Virkishúsið partur av onkrum tiltaki, umframt at høllin eisini fer at verða brúkt í samband við Torradagarnar síðst í februar.