Jólaskipið Runavík

Mikudagin kl. 17 kemur jólaskipið á Runavík. Hugnaliga tiltakið er sera fjølbroytt við nógvum ymiskum á skránni. Økið er vakurt pyntað við perum og jólatrøum, og skótarnir hava gjørt eitt portur úr raftum við inngongina til Gomul Jól. Teir skipa fyri hugnaligu jólakaféini á Neystaloftinum, har tú kanst keypa heitt gløgg, kaffi, vaflur, eplaskivur og annað gott, meðan tú lurtar eftir jólatónleiki.

Tiltakið var roynt á fyrsta sinni í fjør, og var tað so væl umtókt, at tað aftur er á skránni í ár. Tiltakið hevur verið opið hvørt vikuskifti síðani 1. sunnudag í Advent, og jólavikuna er opið hvønn dag til og við hósdagin 22. desember. Opið er hvønn dag frá kl. 16:30 til 19:00.

Í hugnaliga Gamla Handlinum hjá Olivari, hevur blómuhandilin Orkis eina rúgvu av jólaprýði til sølu. Her eru ljós, stakar, vættrar, jóladekoratiónir og mangt annað. Jólatrø fáast eisini til keyps uttanfyri. Harumframt er eitt rúm í handlinum, har ymisk tiltøk hava verið, í løtuni hevur LR ymiskar vørur til húðrøkt til sølu.

Í jólakaféini á Neystaloftinum er tónleikur at hoyra hvønn dag. Mánadagin 19. desember fara børnini úr Útistovu í barnagarðinum á Mýrunum at syngja jólasangir kl. 16:30, og týsdagin 20. desember fer 12 ára gamla Bjørt Simonsen at spæla á sello kl. 17:00. Hósdagin 22. desember, sum er síðsti dagurin, áðrenn tiltakið endar, spæla Angelica Nielsen og Tóri Restorff Jacobsen á violin og sello kl. 17:00.

Handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu hava leingi opið í jólavikuni. So øll eru hjartaliga vælkomin til býin hesar dagarnar til jóla. Tað er eitt gott hugskot at fara ein túr til "Gomul Jól í Heiðunum". Tá ið jólainnkeyp og annað er liðugt, kanst tú so leggja leiðina ein túr til hugnaligu og spennandi jólabygdina Æðuvík, og so ert tú í røttum jólahýri.