Jólaskipið kemur til Havnar leygardagin klokkan 15

Heilsan frá lítla jólaskipsjólavættrinum

Hey – nú koma vit !

Leygardagin 19. desember kl. 15 koma vit fleiri jólamenn við Jólaskipinum í Vágsbotn.


Eg eri so spentur til jóla, í barnaútvarpinum í morgun hoyrdi eg, at børnini eru farin at leita eftir einum lykli, har veturin er, og har øll jólatingini eru goymd. Her í hellinum hjá okkum er hugnaligt og gott, og vit hava pakkað næstan allar gávurnar og fylt uppí posar seinastu dagarnir. Tí nú kemur jólskipið skjótt. Enn eri eg so lítil, at eg ikki slapp við, tá jólatræið á Vaglinum varð tendrað. Men eg sleppi við skipinum aftur í ár, so kanska síggjast vit. Vit fara at royna at vera í Vágsbotni kl. 15 seinnapartin, tí tá er enn so ljóst, at vit síggja tykkum øll, og tit síggja okkum.

Vit fingu eitt postkort úr Havn, har tað stóð, at jólaskipið kom tann 13. desember. Tá fekk jólaomman eitt sjokk. Hon suffaði og puffaði, at nú skuldu øll skunda sær enn meira. Tá var einki stuttligt ella jólaligt longur í hellinum. Eingin slapp at síggja dólgarnir ella jólabýin í sjónvarpinum, øll vóru annars so spent, tí vit høvdu fingið sjónvarp akkurát sum onnur fólk.

Onkur vættur helt, at kanska kundu vit gera eitt maskinbrek á jólaskipið, - bara eitt heilt lítið. Men tá varð abbin illur og segði, at tað gekk slettis ikki, tí so fór skiparin á jólaskipinum at verða keddur, tí hann var so errin av, at skipið ikki hevði haft nakað brek so langt aftur, sum hann mintist.

Ja, nú vóru góð ráð dýr. Omman suffaði, abbin var illur, allir jólamenninir fingu stress, og skiparin var keddur. Tá helt ein lítil skilagoður vættur fyri, at vit kundi bara spyrja skiparan, um hann kundi koma eitt sindur seinni, – og tað var gamaní, segði hann.
So nú koma vit leygardagin 19. Klokkan 3.

Eg lúrdi í jólapostinum. Har var eitt sera hugnaligt jólakort frá einari konu, sum nú býr í Danmark. Hon skrivaði, at hon saknaði at vera í Havn á jólum, tí hon helt, at ongastaðni var so hugnaligt og jólaligt sum í Havn.

Mær dámar eisini at koma til Havnar við jólaskipinum, og eg gleði meg so, tí eg havi hoyrt, at Tórshavnar kommuna fyllir 100 ár í ár, og at tí eru so nógv ljós, og trø, og gran, og hjørtur og stjørnur, at allur býurin glitrar. Í Tinghúsgarðinum, norðanfyri kioskini eru jólasmátturnar pyntaðar sum ein lítil bygd, so har ber væl til hjá jólamonnunum at tosa við børnini, sum eru í býnum. Har fara kór og tónleikabólkar at syngja og spæla jólasangir, fyri at vit øll koma í góðan jólahýr. Eg havi eisini hoyrt, at í gongugøtuni og í gomlum handlum fara felagsskapir, skúlaflokkar og børn at skipa fyri jólasølu, har til ber at keypa sær okkurt heitt og leskiligt. Í jólahugnastovuni hjá býarbókasavninum eru Murrimann og Elgurin at hitta fríggjadagin, so teir nái eg ikki at síggja, men ein jólamaður fer at lesa søgu har teir seinastu dagarnir upp undir jól.
Jólamenninir fara eisini at vitja handlarnar í miðbýnum. Kanska sleppi eg við at keypa eina jólagávu til jólaommuna, so haldi eg at hon verður glað. Hon hevur havt úr at gera, tí nú eru so nógv børn, sum skulu hava gávur, tí nú búgva nógv fleiri fólk í Havn.

Jú, Havnin er stór og hugnalig. Úr miðbýnum fara vit jólamenn og vættrar at bjóða øllum vælkomnum, og vit vóna, at vit og tit fáa eina hugnaliga løta saman, og at vit øll geva okkum stundir at steðga á eina lítla løtu fyri at heilsa upp á vinir og kenningar, og lata jólagleðina og friðin fella yvir okkum.

Bestu jólaheilsanir frá jólaskipsjólavættrinum.