Jólaskipið kemur á Havnina
Sunnudagin 19. desember er dagurin, tá jólaskipið kemur til Havnar. Vanliga hevur tað verið Amadeus, sum hevur ført jólamenninar inn til høvuðsstaðin, men í ár verður tað Thorshavn, sum sleppur at sigla henda túrin.
Áðrenn siglt verður til Havnar, verða teir tó noyddir at gera eitt legg til Nólsoyar, við tað at ein av jólamonnunum býr har á oynni. Sostatt kunnu børnini í Nólsoy ivaleyst eisini vænta sær okkurt gott frá jólamonnunum.
Tá teir so koma til Havnar, er ætlanin at GHM skal taka ímóti teimum, umframt at tað ivaleyst eisini verða nógv børn, sum fara sær ein túr oman at hyggja at blíðu jólamonnunum. Børnini fáa sjálvandi okkurt gott frá jólamonnunum, áðrenn teir leggja leiðina niðan í sjálvan Miðbýin, har teir skulu hitta vinmannin, sum býr í Jólahúsinum.
Jólahúsið
Allan jólamánaðin fara vættrar at búleikast í Jólahúsinum í Grasagarði. Vættrarnir fara hvønn dag at geva onkra gávu, og er møguleiki at fáa onkra av hesum, við at leggja lutaseðlar í Jólahúsið. Lutaseðlarnir verða at fáa Sosialinum hvønn dag allan jólamánaðin.
Eisini kunnu børn úr øllum landinum senda inn tekningar til vættrarnar, og kann hetta antin gerast við at leggja tekningina í Jólahúsið, ella við at senda tær við posti til »Jólahúsið í Grasagarði, 100 Tórshavn«.
Vinnararnir av teknikappingini verða kunngjørdir í Útvarpinum, og væntandi fer Gísmundur at siga sína hugsan um nakrar av tekningunum, og sjálvandi verða nakrar av tekningunum at síggja í Sosialinum
Jólatræið skal tendrast
Komandi leygardag fer Miðbýurin av álvara at líkjast einum jólabýi. Hetta er nevnliga dagurin, tá jólatræið verður tendrað, eins og allar perurnar v.m., sum hanga um allan býin fara at lýsa.
Sjálvandi verður borgarstjórin, Leivur Hansen, at síggja, tá hetta verður gjørt, og at hjálpa sær hevur hann fingið Hera Joensen og ein jólamann.
Fyri at seta rættuligan dám løtuna, fer Havnar Hornorkestur eisini at blása nøkur jólaløg, so talan verður av sonnum um eina hugnaliga løtu.
Umframt at jólatræið verður tendrað hendan dagin, verður springvatnið uppi við sjónleikahúsið eisini tendrað leygardagin. Springvatnið fer tó ikki at spræna og lýsa alla tíðina fram til jóla, men sjálva jólavikuna verður tað tó aftur tendrað, so rættur jólahugni kann verða alla staðni í býnum.
Handlarnir leingi opið
Frá fríggjadegnum 17. desember fara allir handlarnir í Miðbýnum at hava opið nakað longri enn vanligt. Frá hesum degi at rokna og fram til 22. desember verður tað nevnliga soleiðis, at dyrnar verða opnar til kl. 20.00, og lítlajólaaftan verður opið til klokkan 23.00.
Keypssamtøkan hevur tó bert opið til klokkan 20.00 lítlajólaaftan, men harafturímóti hava teir eisini opið fyrrapartin jólaaftan, hóast allir hinir handlarnir tá hava stongt dyrnar.
Tónleikur
Dagarnar 18. og 19. desember, umframt dagarnar 21. til 23. desember verður jólatónleikur av ymsum slag at hoyra í Miðbýnum.
Jassarnir fara at framføra nøkur løg, og harumframt fara vit sjálvandi at hoyra GHM, Frelsunarherin umframt tey fittu barnakórini úr Ebenezer og Filadelfia. Væntandi verða hesi tiltøk hildin ávíkavist um fýra tíðina og um seks-sjey tíðina.
Bollar og kaka
Eingi jól uttan flógvar bollar og heitt kaka. Eisini í ár fara ymisk feløg og ymsir skúlaflokkar at selja bollar og kaka í gongugøtuni.
So at siga øll tey komandi vikuskiftini fram til jóla, verður møguleiki at keypa sær antin kaka ella bollar, umframt at fleiri vakrar jóladekoratiónir eisini verða til sølu.
Harumframt verður eisini køkutombola, soleiðis at gestirnir hava hug at vinna sær okkurt gómagott heim við, samstundis sum tey stuðla teimum, sum skipa fyri tiltøkunum.










