Jólamerkini eru jólatrøll

Frímerkjadeildin hjá Postverki Føroya hevur sent jólamerkini 2003 á marknaðin. Í ár eru jólamerkini jólatrøll, soleiðis at skilja at í ár eru motivini bindingarmynstur. Um okkurt plagg ikki varð liðugt bundið til jóla varð tað jólatrøll

Tað er listamaðurin Edward Fuglø sum hevur teknað jólamerkini 2003. Hann hevur gjørt eitt ark við ymiskum bátsmanstroyggjumynstrum og jólanissum ella jólatrøllum.
Edward Fuglø teknaði eisini jólamerkini í 1997, 1999 og 2001.

Jólastákan er tiltikin, og var tað ikki minni á gomlu bóndagarðunum. Alt skuldi vera liðugt til jóla, og stór skomm var tað hildið at vera, um tað ikki eydnaðist at fáa okkurt liðugt, hann ella hon vóru farin í holt við. Hálvlidna verkið varð hongt upp í roykstovuni, so at øll kundu gera gjøldur burtur úr hesum jólatrølli, sum tað varð kallað.

Yvirskotið av jólamerkjasøluni fer sum vanligt til Jólamerkjagrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla tiltøkum millum børn og ung í Føroyum. Millum annað hevur Jólamerkjagrunnurin latið stuðul til tiltøk fyri tey brekaðu og menningartarnaðu, ítróttar og skótaarbeiði og til bókaútgávur.

Myndatekstur:

Jólamerkini 2003 hevur listamaðurin Edward Fuglø teknað.