Jólamarknaður á Viðareiði

Leygardagin verður spennandi jólamarknaður í skúlanum á Viðareiði við sølubásum, ymiskum til stuttleika og kaffistovu

Á marknaðinum verða 12 básar, har nógv ymiskt fæst til keyps, eitt nú jólaprýði úr ymiskum tilfari, mindir, góðgæti og klæðir.
               Til stuttleika verður fiskibrunnur, tombola, pílaskjóting, amerikanskt eydnuspæl og filmur.
               Eisini verður kaffistova, har til ber at keypa sær ein drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið.
               Tað er 7. flokkur í Viðareiðis skúla, sum savnar inn til eina ferð í summar. At hjálpa sær við markanðinum hava tey fingið foreldur, lærarar og tey í 6. flokki í sving. Enn er ikki greitt, hvar ferðin í summar gongur.
               Jólamarknaðurin letur upp klokkan 14 og heldur fram til klokkan 21.