15 desember verður ein loppumarknaður í KÍ Høllini í Klaksvík, og peningurin fer óskerdur til Í menniskjum góður tokki.
-Hetta er eitt tiltak, sum er til endamál at stuðla har á stendur, so tí hildu vit at verkætlanin Í menniskjum góður tokki var eitt gott høvið, siga fyrireikarar.
Til ber at stuðla hendan dagin við at leiga eitt borð fyri 250,-, tó so eiga
fólk sjálvi søluna av teimum lutum, sum vera seld hendan dagin.
Eisini ber til at stuðla við meira peningi um hugurin er til tess og, peningurin fyri borðini fer púra óskerdur til verkætlanina Í menniskjum góður tokki.
-Vit fara at hava jólatónleik í bakgrundini allan dagin ímeðan, tiltakið er í gongd og møguliga onkran livandi tónleik, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi í dag.
Og til børnini er ætlanini at hava ein stórskíggja, sum fer at vísa allar teir kendu jólafilmarnar.










