Síðan Fuglafjarðar Heimavirkisfelag varð stovnað í 1997 hevur á hvørjum ári verið skipað fyri jólasølu í hugnaligu hølunum niðri í Støð, og undirtøkan hevur verið stak góð. Tey fyrstu árini var jólasølan bara hildum um eitt vikuskifti, men nú, tá ið Piddasahandil er opin hvønn gerandisdag, árið runt, siga vit, at jólasølan byrjar fyrsta vikuskifti í desember - møguleiki er jú at koma inn á gólvið heilt fram til lítla jólaaftan og til ber at finna júst ta jólagávuna, tú leitar eftir.
Piddasahandil er longu nú á tremur við góðum jólagávuhugskotum. Her finnur tú heimavirkaðar prýðis- og brúkslutir av alskyns sløgum - alt frá fjálgum pløggum til fløgur og súltutoy.
Í ár ætla vit tó at hava eitt serligt jólasølutiltak í Ribarhúsi - har áhugað kunnu melda seg til - hetta fer at verða eitt slag av einum "jólasølu-marknaði", har fólk sjálvi kunnu selja sínar heimavirkaðu lutir. Tiltakið kann tó bert verða hildið um undirtøkan fyri hesum verður góð.
Ynskir tú at fáa meiri at vita um hetta - ella hevur tú hug at melda teg til, so ring á tlf. 44 44 40 (Odvør) ella 26 11 15 (Marjun)
Í sambandi við hetta serliga Jólasøluvikuskifti verður opið soleiðis:
Leygardagin 3. des frá kl. 10 til 17
Sunnudagin 4. des. frá kl.14 til 18
Báðar dagarnar verður jólakafé í húsunum, har møguleiki verður at keypa kaffi, te og heimabakað. Eisini eisini verða jólaligir tónar at hoyra.
Verid hjartaliga vælkomin í hugnaliga og gamla "jólahúsið" í Piddasahandli -
mitt í býnum í Fuglafirði.