JÓLAKONSERT
Tíðindaskriv
Sunnudagin 16. desember hevur Vestmanna Sangkór konsert í Kvívíkar Kirkju kl.16.30 og í Vestmanna Kirkju kl. 19.00.
Høvuðsverkið á konsertini verður tann sera vakra norska jólakantatan »Í hesi sælu jólatíð« eftir norska tónaskaldið Arne Dagsvik. Kantatan er fyri blandað kór, kvinnukór, manskór, solistar og kamarorkestur. Solistarnir eru Marit Mordal, sopran, og Hans Iversen, bariton.
Hóast henda jólakantatan eru rættiliga nýggj, er hon longu ógviliga vælumtókt í Noregi. Hon er ikki framførd í Føroyum áður.
Haraftrat verða onnur verk og jólaløg á skránni:
Ave Verum, eftir W.A. Mozart,
Locus Iste, eftir Anton Bruckner,
Føgur er foldin, eftir Ingemann og J. Dahl,
Til okkum her á lágum støðum, eftir S.A. Weihe,
Jólaklokkan aftur ringir, eftir Jakob Jakobsen og H.J. Højgaard, og Jul, jul, strålande jul, eftir Edv. Evers og Gustaf Nordquist.
Kór- og orkesturleiðari er Kári Bæk.