JÓLAKONSERT
Sunnudagin kl 16 verður jólakonsert við Felagskórinum Gøta/Leirvík í Gøtu kirkju. Konsertin verður ein rein kórkonsert, har kórið serliga fer at syngja traditionellar jólasangir ? bæði føroyskar og útlendskar. Harafturat fer kórið at syngja onkrar sálmar og sangir, ið ikki hava serligt tilknýti til jólini, so sum »Kirkjan hon er eitt gamalt hús« og »Den fyrste song«, ið er sera vakur svenkur kvøldsangur. Á skránni er eisini ein russiskur sangur ? »Ave Maria« av Rachmaninov.
Kórleiðari er Martin Mouritsen. Martin er helst best kendur sum dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, men hann er tó ikki heilt óroyndur sum kórleiðari, tí hann hevur seinastu árini stjórnað einum dreingjakóri Undir Brúnni. Síðani miðjan september hevur Martin vant Felagskórið Gøta/Leirvík, sum í dag telur 30 sangarar, ið koma úr Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, av Skálafjørðinum og úr Oyndarfirði. Kórið hevur 16 ár á bakið og Martin er tann sætti kórðleiðarin hjá Kórinum.
Kórið bjóðar tykkum vælkomnum til konsert og gleðir seg at sleppa at lata tykkum hoyra, hvat er fingið av skafti í vetur.