Sunnudagin verður fjølbroytt jólakonsert í Vágs Kirkju. Kirkjukórið Ljómur fer at syngja føroyskar og útlendskar jólasangir, við Cindy Mensonides- van der Leden sum dirigenti.
Nýtt barnakór er stóvnað í Musikkskúlanum, og fara tey at hava teirra fyrstu framførslu til jólakonsertina.
Somuleiðis fara tveir næmingar úr Musikskúlanum, Rita Dam Simonsen á tvørfloytu og Janus Ludvig á klarinett at gleða okkum við teirra spæli.
Mannskórið úr Vági stjórnað av Lars Mensonides fer at syngja nakrar sangir eisini, so skráin er fjølbroytt og spennandi
Umframt hetta luttekur Patrick de Neergaard prestur við eini andakt.
Kirkjukórið Ljómur vónar at nógv fólk fara at nyta høvi at koma til konsertina og njóta jólatónleikin










