Jólakonsert í Gøtu í kvøld

Nýggir tónar og aldargomul verk verða at hoyra í Gøtu Kirkju í kvøld klokkan 19.30.

Tað er navnframi dirigenturin, Bernhardur Wilkinson, sum stjórnar Tórshavnar Kamarkóri.

Kamarkórið fer at framføra partar úr Jesu meine freude eftir tónaskaldinum Johann Sebastian Bach, Áringar og æðrar, eftir Carl Jóhan Jensen. Tónasmiðurin Leif Hansen hevur smíðað lagið.

Harumframt framførir kórið millum annað eisini Ave verum corpus eftir William Byrd og tvey løtt fronsk løg. Eisini verður eitt íslendskt jólalag at hoyra.

Leygardagin hevur kórið konsert í Tjørnuvíkar Kirkju kl. 13.00 og í Vestmanna Kirkju klokkan 17.