nú ljóðar startskotið til fyrstu kappingina í <ph_1> nakrantíð. Talan er um eina kapping, sum fer at halda fram til jóla. Í seinasta blaðnum áðrenn jól verða vinnararnir funnir og kunngjørdir. Seinasta blaðið áðrenn jól kemur út tann 18. desember.
Í bløðunum fram til jóla fara vit at hava tríggjar ymiskar kappingar. Hóast kappingarnar eru tríggjar í tali, so verða vinnarar bert drignir ta einu ferðina.
Til ber at ogna sær fleiri lutaseðlar til kappingina. Tað ber nevniliga til at luttaka í øllum trimum kappingunum, tó ikki fleiri ferðir í somu kapping. Sostatt ber til hjá hvørjum einstøkum at fáa í mesta lagi og tilsamans tríggjar lutaseðlar til kappingina.
Tveir hepnir vinnarar fáa eitt gávukort hvør á 500 krónur frá 3´aranum í SMS. Harumframt eisini eina spildurnýggja tónleikaárbók fyri árið 2002. Harumframt fáa fimm aðrir luttakarar eitt eintak av tónleikaárbókini.
Hesa ferð er kappingin skipað soleiðis: Vit skriva eina reglu úr einum kendum føroyskum sangi. Tit skulu siga okkum, hvør bólkur ella einstaklingur syngur og spælir, og hvussu sangurin eitur.
Reglan sær soleiðis út: »... leiði teg í eina verð, sum tú aldri fyrr hevur sæð...«
Tey, ið halda seg vita svarið kunnu: senda ein teldupost á teldupostbústaðin: ph_1@sosialurin.fo ella skriva til:
<ph_1>
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Til ber eisini at senda fax á nummar 31 47 20
Merkið brævbjálva, teldupost ella fax: »jólakapping«