Jólini nærkast í hvørjum. Tað er nú av álvara farið at merkjast, at jólini eru í hondum. Tann fyrsti jólakalendarin er nú komin á gøtuna.
Tað er nú blivin fastur táttur hjá Deyvafelagnum at geva ein jólakalendara út á hvørjum ári. Í hesum døgum verður kalendarin seldur kring oyggjarnar.
Í ár er tað Hermundur Zachariassen, sum hevur teknað jólakalendaran. Hermundur er sjálvur deyvur, og hann hevur áður teknað kalendaran.
Jólakalendarin kostar fimmti krónur, og hvør kalendari er samstundis ein lutaseðil. Vinningarnir eru gávukort, og drigið verður tríggjar ferðir í jólamánaðinum. Fyrst mánadagin 1. desember, síðani mánadagin 8. desember og síðstu ferð hósdagin 11. desember.
Deyvafelagið takkar frammanundan fyri góðan stuðul á hvørjum ári og vónar, at undirtøkan í ár verður eins góð og undanfarin ár.