Nú vit eru í desember mánaði, eru alt fleiri heimasíður, sum hava jólakalendara til gestir sínar. Ein teirra er heimasíðan hjá B71, www.b71-sandoy.com, sum hevur nakað av fótbóltsnostalgi at bjóða. Hvønn dag ber til at opna eina nýggja lúku, og hesar innihalda hvør sær ein part av føroyskari fótbóltssøgu. Bæði við myndum og orðum, sum onkursvegna lýsa hvør sín part av søguni.
Tíðindi