Jólahald
Eins og so mong onnur stór arbeiðspláss skipaði eisini Sosialurin fyri jólahaldi fyri børnum um dagarnar. Jólamaðurin, Jólajógvan, náddi fram til tíðina, hóast hann hevði havt úr at gera. Hevði júst vitjað í Stórudímun, har blíðskapurin var óførur. Ein heilur veðrur fór niður í kíkin á jólamanninum, áðrenn leiðin gekk til Kirkjubøar, har teir hálvthundrað jólamenninir, sum arbeiða í útnorði, høvdu jólamannaráðstevnu í sjálvum Múrinum. So tað var við góðum førningi, at Jólajógvan vitjaði stóra blaðhúsið á Argjum. Og væl dámdu børnunum at hoyra jólamannin greiða frá sínum gandaringi, sum ? trýsti onkur av óvart á hann ? kundi jólamaðurin endað á kinesiska múrinum. Tað gjørdi hann ikki hesaferð.
Myndir Jens K. Vang