Hóast jólahugnin ger um seg aðrastaðni í landinum, er álvarin altíð til staðar á intensivu deild á sjúkrahúsinum. Tó verður roynt at fáa jólahugnan inn um sjúkrahúsdyrnar, soleiðis at eisini starvsfólk, sjúklingar og avvarandi hava so góð jól, sum umstøðurnar loyva.
Gunnvør Hanusson arbeiðir á intensivu deild og hevur roynt at verið til arbeiðis jólaaftan.
– Tann seinnapartin er guðstænasta í forhøllini. Okkara sjúklingar eru so vánaligir, at teir kunnu ikki luttaka á guðstænastuni, men eru sjúklingar aðrastaðni frá, so kunnu teir vera við til guðstænastuna, hoyra prædikuna og syngja sálmar og so framvegis, sigur Gunnvør Hanusson.
– Vanliga tá guðstænastan er liðug, so spyr prestur okkum, um hann kann koma inn á deildina. So fer hann at heilsa upp á sjúklingarnar. Onkuntíð hevur eisini verið okkurt musikalskt innslag. Tónleikarar koma inn og spyrja, um tað er passandi fyri sjúklingarnar, at teir koma inn og spæla okkurt. Tað kann typiskt vera violin, sum er góður og penur tónleikur. Tað setur sín dám á, og upp á tann mátan fáa sjúklingarnir eitt sindur av jól inn á stovurnar.
Fáa eisini jóladøgurða
Tey starvsfólk, ið eru til arbeiðis jólaaftan, fáa jólamat oman á deildina. Tað er ikki altíð, at tað ber til at fáa matnáðir, men yvirhøvur verður roynt at skapa jólahugna, soleiðis at starvsfólkið kann seta seg niður at eta jóladøgurða.
– Døgurði kemur oman jólaaftan til starvsfólkið. Tað er tað sama, sum fólk vanliga fáa heima, gás og annað. Men tað kemur jú an uppá, hvussu nógv er at gera, og hvussu nógvir sjúklingar eru. Tað kann vera friðarligt, men tað vísir seg, at um jólini er ofta nógv at gera.
– Vit royna í tann mun, tað ber til, at seta eitt rúm av, helst upp at stovuni hjá einum sjúklingi, at dekka borð við jóladúki og el-ljósum, so tað verður eitt sindur hugnaligt. So eta vit døgurða í felag, so tað verður eitt sindur hugnaligt. Okkurt ár hava vit havt okkurt lítið gávuspæl, og Sjúkrahúsið plagar at lata eina lítla gávu til tey, sum hava kvøldvakt.
Til arbeiðis á jólum partur av starvinum
Starvsfólkið á intensivu deild kenna treytirnar til arbeiðið og vita, at onkur má arbeiða á jólum. Haraftrat er skemaið á deildini skipað soleiðis, at øll vita langt frammanundan, nær tey vakt á jólum, og nær tey ikki hava. Kvøldvaktina á jólum eigur tú bert 6. hvørt ár, greiðir Gunnvør Hanusson frá, og eingin gremur seg um ikki at vera heima.
– Vit koma inn her, lata okkum í klæðir, og vit gera ikki mun á jólum og ikki jólum. Vit eru vanar við at arbeiða í vaktum - á jólum, á ólavsøku og so framvegis. Vit vita, at hetta er skyldan, og eingin gongur og huffar og puffar, tí tey skulu vera til arbeiðis á jólum.
Ongar vitjanartíðir eru á intensivu deild, men avvarandi kunnu í samráð við starvsfólk koma á vitjan jólaaftan.
– Tað liggja ofta fleiri á somu stovu, og so mugu vit taka hædd fyri hinum, og vit mugu skipa tað soleiðis, sum best ber til. Onkuntíð eru tungir tilburðir, og so er ikki bara gleði, sjálvt um tað er jól. Tað kann vera tungt, og kontrastirnar kunnu vera ógvisligar, sigur Gunnvør Hanusson.
Kann vera torført at kobla frá
Tað hendir seg, at keðiligir tilburðir eru á intensivu deild, og tað kann vera torført at koma frá jólavaktini heim til vinir og familju, ið sita og gleðast um jólini. Tað er tó ein partur av arbeiðinum, og tað er nakað, ið tey á intensivu deild, mugu venja seg við.
– Hevur tú verið á einari vakt, har okkurt trist er hent, kanska serliga tá jólastemningurin skal vera í hásæti, so ert tú ávirkað av tí. Tú fert ikki beint inn í jólastemningin heima. Hevur tað verið ein friðarlig vakt, so er lættari. Men tá tú arbeiðir í hesum fakinum, verður tú noyddur at fyrihalda teg til arbeiðið og tað privata, og tú noyðist at seta eitt skott ímillum.
Hóast álvarin kann hanga tjúkkur í luftini, so verður roynt at hava tað jólaligt fyri sjúklingar og avvarandi, soleiðis at jólagleðin eisini kann koma teimum til góðar, og tey kunnu hava eina hugnaliga løtu saman.
– Vit pynta eisini inni á deildini. Vit pynta inni á stovunum, so jólapynt, perur og annað er til staðar. Og eru sjúklingarnir væl fyri og kunnu eta, so koma avvarandi eisini við gávum og mati, og í summum førum eta tey eisini saman.
– Eitt ella annað stað, so merkja vit eisini jólastemningin inni her, sigur Gunnvør Hanusson











